Innanlands

Almannaverkið: Frá í morgin verður virksemið størri

Hetta fevnir millum annað um flestu dag- og frítíðartilboðini og stuðulsvirksemi, umframt vitjanir. Eftir ætlan verður fult virksemi um smáar tveir mánaðir

Edvard Heen, stjóri í Almannaverkinum, segði at fíggjarligu avleiðingarnar verða heilt greiðar komandi ár (Mynd: Sverri Egholm)

Edvard Heen, stjóri í Almannaverkinum, segði at fíggjarligu avleiðingarnar verða heilt greiðar komandi ár (Mynd: Sverri Egholm)

2020-05-06 10:36 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Á tíðindafundinum sum er í løtuni, avdúkaði Edvard Heen, stjóri í Almannaverkinum, hvussu latið verður upp komandi tíðina.

Hann byrjaði við at siga, at korona rakti okkum øll hart og óvæntað, men hann metti, at Føroyar eru væl fyri til at reisa seg aftur, og at nú er Almannaverkið til reiðar at lata uppaftur.

Edvard Heen fegnaðist eisini um, at smittan hevði verið hildin uttanfyri stovnarnar og tilboðini, og hann sendi eina stóra tøkk til starvsfólk og avvarandi. Stjórin fegnaðist eisini um, at eingin í Almannaverkinum hevur verið smittaður síðani 23. mars, at eingin hevur verið í sóttarhaldi síðani 18. apríl, og at 85 prosent av starvsfólkunum hava verið til arbeiðis allatíðina

Nógv letur upp í morgin

Edvard Heen segði, at alt virksemi verður sum vanligt aftur 30. juni – væl at merkja um ikki smitta rakar aftur

Nógv fer tó longu í gongd í morgin. Trivnaðardepilin, har flestu starvsfólkini arbeiða, og har frítíðartilboð og annað liggja, letur sítt virksemi upp í morgin. Fult virksemi verður á flestu dagtilboðunum til vaksin, og samdøgurvirkið á umlættingarstovnunum letur eisini upp í morgin, 7. mai. 

[object Object]
Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir fegnaðist um innsatsin hjá starvsfólkum, tolsemi hjá avvarandi, og at smittan ikki var komin inn á stonvarnar hjá Almannaverkinum (Mynd: Sverri Egholm)

Mánadagin lata vardu verkstøðini eisini stigvíst upp. Tað verður, eins og á hinum støðunum, tikið atlit til borgarar í vandabólki, og Edvard Heen og Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir, landstýriskvinna, gjørdu greitt, at upplatingini er góðkend av heilsufakligu ráðgevingini og farsóttarnevndini. 

Stjórin segði, at higartil hevur gingið uttan trupulleikar at latið eitt sindur upp aftur.

Vitjanir og fíggjarligar avleiðingar

Frá í morgin er opið fyri vitjan eftir avtalu. Tað verður inni hjá borgaranum, í einum ávístum rúmi og undir tryggum umstøðum. Barnverndarstovurnar fara eisini í mest møguligan mun aftur til somu skipan við vitjanum.  

Edvard Heen segði, at heldur torført er at meta um fíggjarligu avleiðingar – tað  verður ikki at síggja fyrrenn næsta ár.  Tó vita tey, at talan verður um milliónir.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder