Mikudagin 11. mai klokkan 12-13 er mánaðarliga fróðskaparflísin aftur á skránni á Søgu- og samfelagsdeildini á Fróðskaparsetrinum, og hesaferð snýr evnið seg um religión og sekularisering í Føroyum.
Herfyri skrivaðu Hans Andrias Sølvará, Herit Albinus og Heini í Skorini nýggja vísindaliga grein um religión í Føroyum samanborið við okkara grannalond, og framløgan byggir á hesa grein.
Greinin er javnlíkamett og prentað í danska vísindaliga tíðarritinum Økonomi og Politik, sum júst hevur givið út serútgávu um religión og politikk. Við støði í komparativum hugburðskanningum um trúgv og lívsáskoðan viðger greinin, í hvønn mun Føroyar eru eitt undantak samanborið við onnur Norðurlond.
Kanningarnar geva ábendingar um, at Føroyar eru eitt undantak, tí føroysku úrslitini eru munandi øðrvísi samanborið við úrslitini í Íslandi, Danmark, Svøríki, Noregi og Finlandi.
Framløgan, sum er fyri øll, verður á veghæddini á Søgu- og samfelagsdeildini í Jónas Broncks Gøtu 25.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald