
Løgtingið hevur í dag fingið nýggja heimasíðu. Tað er Elektron, sum hevur ment hana í samstarvi við Løgtingið.
Frambrotið við nýggju síðuni er, at almenningurin nú kann síggja øll orðaskiftini frá og við ólavsøku í ár sum videobrot á síðuni, eins og at røðaralistin sæst undir orðaskiftinum. Harvið kunnu øll fara aftur, og síggja og hoyra hvat varð sagt í ymsu málunum. Næsta stig verður at finna eina loysn á gomlu orðaskiftunum, sum lutvíst ikki eru tøk ella ikki hava eina nøktandi góðsku.
Løgtingsformaðurin boðar frá, at dentur eisini hevur verið lagdur á, at tað skal gerast lættari at leita í verandi og farnum tingmálum og nevndarmálum á hesari síðuni í mun til á teirri gomlu.
Greitt verður annars soleiðis frá tilgongdini og nýggju hentleikunum hjá almenninginum og hjá løgtingsfólki:
- Í oktober 2018 tók Løgtingið stig til at fara undir at gera eina nýggja kt-skipan til Løgtingið, sum fevnir um eina nýggja heimasíðu, eina umsitingarskipan til handfaring av øllum málum, sum koma til viðgerðar í tinginum umframt ein tingmannaglugga, sum verður arbeiðsamboðið hjá einstaka tingmanninum at røkja sítt starv í Løgtinginum. Hesar skipanir eru eisini knýttar at teirri skipanini, sum stýrir arbeiðinum í tingsalinum. Talan er tí um eina stóra og samansetta skipan, sum er gjørd til at nøkta tørvin hjá Løgtinginum. Løgtingsumsitingin hevur nýtt nýggju umsitingarskipanina síðani á ólavsøku í ár. Tingmannagluggin verður tikin í nýtslu í næstum, og við honum fáa tingmenn eitt nýtt amboð, sum verður sera hent í teirra arbeiði.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald