Uttanlands

Álop á fronsk tok

Herverk ávirkar tokferðsluna í Fraklandi. OL verður sett í Paris í kvøld

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2024-07-26 12:32 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Almenna franska tokfelagið SNCF hevur verið fyri stórum álopi á skipanina í morgun.

Tað upplýsir felagið fyri franska Le Parisien.

Olympisku leikirnir vera settir í kvøld, og álopið á toknetið hevur við sær órógv og avlýsingar á ymsum strekkjum.

Sambært fronskum miðlum skal eldur vera settur á signalskáp framvið toksporum umframt, at káplar eru kvettir og eisini her skal eldur vera settur á.

Skjótu Eurostar-tokini, sum koyra úr millum London og Paris eru eisini ávirkað av hesum. Summi eru avlýst og onnur eru seinkað.

Harumframt eru langu ruturnar millum Týskland og Frakland ávirkaðar.

Eingin fráboðan er um fólkaskaða higartil.

[object Object](Mynd: DR)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder