Enn hevur Arbeiðsloysisskipanin ikki merkt av álvara, at fólk eru farin til arbeiðis aftur.
- Vit hava merkt at vøksturin á umsóknum er minkaður heilt nógv, men vit hava ikki enn merkt, at fólk, sum hava fingið lønarískoyti, eru farin til arbeiðis aftur. Kanska verður myndin øðrvísi mánadagin, sigur Magni á Deild Olsen, stjóri í Als.
Í dag vóru 3.784 fólk í skipanini, sum veitir lønarískoyti til fólk, sum eru send heim ella eru sett niður í tíð orsaka av korona. Býtið millum kynini er javnt, 1.893 menn og 1.891 kvinnur.
Magni á Deild Olsen, Als-stjóri
Als hevur í dag sent út eina áminning út til arbeiðsgevararnar um at minnast til at boða Arbeiðsloysisskipanini frá, um broytingar eru í arbeiðslutfallinum, sum eru meldað til skipanina.
Byggir á álit
- Tað er arbeiðsgevarin, sum boðar okkum frá, hvørji starvsfólk eru send heim og hvørji eru sett niður í tíð. Men tað er neyðugt at vit beinanvegin fáa at vita, um tað henda broytingar við arbeiðsbrøkinum, tí vit skulu jú ikki rinda endurgjald til fólk, sum eru í arbeiði, sigur Magni á Deild Olsen.
Hann vísir aftur, at hetta er gjørt, tí illgruni er um, at skipanin verður misbrúkt.
- Nei, hetta er bert ein áminning. Vit hava ongan varhuga um, at skipanin verður misbrúkt, og vit hava heldur ikki møguleika fyri at kanna tað. Hetta er ein skipan, ið byggir á álit, vísir Als-stjórin á.
Ítróttafólkini ikki avgreidd enn
Enn hevur Arbeiðsloysisskipanin nakrar umsóknir um lønarískoyti eftir at viðgera, sum ikki eru avgreiddar enn.
- Vit valdu at avgreiða tær umsóknir fyrst, ið vóru líkatil at avgreiða. Nú hava vit einar 200 til 300 eftir, sum ikki eru so einfaldar at viðgera. Herundir ítróttafólk, til dømis. Fleiri fótbóltsspælarar eru, og har hava vit gjørt av, at vit mugu síggja sáttmálan hjá hvørjum einstøkum fótbóltsspælara fyri at kunna avgreiða umsóknina.
- Hóast okkurt bendir á, at fótbóltsspælararnir nú sleppa aftur til verka, so skulu hesar umsóknir avgreiðast, tí tey, ið hava rætt til lønarendurgjald skulu eisini hava hann, og tað er galdandi frá tí degnum, tey vórðu send heim ella niður í tíð, vísir Magni á Deild Olsen á.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald