Innanlands

Als: Nærkast 500 játtaðum umsóknum um lønarískoyti orsaka av korona

Í løtuni fáa 302 arbeiðsloysisstuðul

2020-03-27 10:09 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í alt hevur ALS givið játtandi svar til 469 umsóknir um lønarískoyti orsaka av koronavirusinum.

Hetta sæst á heimasíðuni als.fo, og talið fer væntandi at vaksa skjótt komandi tíðina.

260 av teimum 469 eru úr Suðurstreymoy. Har eru í løtuni 110, ið móttaka arbeiðssloysi. Samanlagda talið fyri Føroyar er nú beint yvir 302.

Har er munurin millum kvinnur og menn so at siga eingin, men viðvíkjandi lønarískoytinum er uppdeilingin 277 kvinnur og 192 menn, upplýsir ALS.




placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder