
Í gjár, mikudagin 20.10, vórðu 280 fólk koppsett fyri koronu í Føroyum. 90 fólk fingu fyrra prikið og 133 fingu tað seinna. 57 fólk fingu triðja prikið.
Talið 90 merkir, at nú eru yvir 39.000 fólk koppsett fyri koronu í Føroyum - 39.060 fólk hava fingið fyrstu koppsetingina. 37.324 fólk hava fingið koppsetingina nummar tvey, sum tó helst ikki verður tann síðsta hjá teimum flestu.
Tíðliga í mánaðinum varð byrjað at koppseta fólk í vandabólki fyri triðju ferð, og nú hava 267 fólk hava fingið trý prik. Talið av teimum, ið vórðu koppsett fyri koronu fyri triðju ferð í gjár, var tað næsthægsta fyri ein einstakan dag higartil.
Tilsamans 76.651 koronukoppsetingar eru gjørdar í Føroyum.
Les eisini: Næstan 200 hava fingið triðja prikið
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald