
Í gjár boðaði landslæknin, Lars Fodgaard Møller, frá, at mest sannlíkt fara øll í Føroyum at fáa tilboð um eitt triðja prik seks mánaðir og 14 dagar eftir, at tey hava fingið tað seinna - eins og Danmark.
Hetta málið er viðgjørt hjá koppsetingarbólkinum í dag. Atkvøðugreiðsla hjá Portalinum í gjár vísti, at meirilutin av teimum 6.359, ið atkvøddu, fara at taka av, men tó var ein fimtapartur, ið var í iva. og fleiri enn tað ætla sær at takka nei.
Les eisini:
Landslæknin: Vænti at allir føroyingar fáa tilboð um eitt triðja prik
Ivasom um triðja prikið
Higartil hava 191 fólk í Føroyum fingið trý prik. Hetta vísa nýggjastu tølini á corona.fo. Í gjár vórðu 197 fólk koppsett fyri koronu - 27 teirra fingu triðja prikið. Higartil hevur talan verið um fólk í vandabólki og búfólk á røktarheimi.
Nú hava 38.942 fólk fingið fyrru koppsetingina, og 37.119 fólk hava fingið seinnu koppsetingina. Tilsamans 76.252 koronukoppsetingar eru gjørdar í Føroyum.
Neyðugt er við trimum prikum, og allarhelst minst einum fjórða í framtíðini, tí at tvær koppsetingar geva ikki nóg nógva verju yvir longri tíð, vísa kanningar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald