Innanlands

Alsamt fleiri vilja hava sethús í Sandoynni

Longu nú merkja húsameklarar ávirkanina av Sandoyartunlinum, ið eftir ætlan er liðugur um fýra ár

Arbeiði at gera Sandoyartunnilin er í gongd, og hetta ávrikar húsamarknaðin í Sandoynni - Mynd: Ólavur Frederiksen

Arbeiði at gera Sandoyartunnilin er í gongd, og hetta ávrikar húsamarknaðin í Sandoynni - Mynd: Ólavur Frederiksen

2019-07-19 08:11 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Arbeiði at bora Sandoyartunnilin er so smátt farið í gongd.

Les meira: 98 metrar borðaðir í Sandoyartunlinum

Tunnilin fer at hava stóra ávirkan á oynna, og sambært stjórunum í  húsameklarafyritøkunum, Betri Heim og Skyn, merkist ein vaksandi áhugi fyri sethúsum í oynni og harvið áhuganum fyri at seta búgv í Sandoynni. Í summum førum vilja fólk hava summarhús, men tað er eingin ivi um, at hjá fleiri gerst tað nú meira tillokandi at búgva í Sandoynni.

Kringvarpið skrivar, at tey, sum ætla at keypa hús í oynni, mugu brynja seg við toli. Orsøkin er, at húsameklarafyritøkurnar sjáldan hava hús í Sandoynni til sølu. 

Kára á Dunga er stjóri í Betri heim. Hon sigur við Kringvarpið, at tað er fyrst og fremst undirsjóvartunnilin, sum er orsøkin til vaksandi áhugan fyri Sandoynni; góðu tíðirnar í Føroyum spæla eisini inn.

Petur Mohr Niclasen, stjóri hjá Skyn, sigur, at nú sær fyritøkan veruliga ávirkanina, sum komandi undirsjóvartunlin hevur. Sambært honum er tað við fáum undantøkum, at hús í Sandoynni, sum koma á sølulista, verða skrødd burtur. Tey verða eisini seld fyri hægri prís, enn hvat tey eru virðismett til. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder