Teir tríggir stjórnarflokkarnir í Íslandi, Sjálvsteiðisflokkurin, Framsóknarflokkurin og vinstragrøna fylkingin VG, samráðast enn um framtíðina, nú Katrín Jakobsdóttir tók avgerð um at fara frá sum stjórnarleiðari fyri ístaðin at royna eftir forsetasessinum.
Les: Katrín Jakobsdóttir er nú partur av forsetavalstríðnum
Nú nakað fyri middag skuldu tingmanningarnar hjá Framsóknarflokkinum og VG hittast fyri at tosa um framhaldandi samstarv.
Í gjár tók tingmanningin hjá Sjálvsteiðisflokkinum avgerð um at halda fram við stjórnarsamstarvinum, skrivar RÚV.
Alt bendir á, at samstarvið heldur fram. Men eftir at hava havt ein vinstra-grønan stjórnarleiðara í sjey ár bendir alt á, at Ísland aftur fær ein borgarligan forsætisráðharra.
Alt bendir á, at tað verður Bjarni Benediktsson, núverandi uttanríkisráðharri úr Sjálvsteiðisflokkinum, sum var stjórnarleiðari undan Katrín Jakobsdóttir.
Sambært RÚV verður Sigurður Ingi Jóhannsson, formaður í Framsókn, og eisini fyrrverandi forsætisráðharri, fíggjarmálaráðharri.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald