2020-11-21 10:19

Nú boðar SEV frá, at streymurin er komin aftur um alt landið.
Tað var um klokkan níggju í morgun, at streymurin fór í meginøkinum orsakað av einum breki á linjuni millum Eiðisverkið og Skálabotn. Ein lítlan tíma seinni var streymurin tó komin aftur allastaðni uttan í einum parti av Streymoynni. Klokkan 10.30 høvdu øll tó fingið streymin aftur, sigur SEV.
Streymurin fór eisini í Suðuroy. Fyrst í Hvalba og Sandvík. Tá hesar bygdirnar høvdu fingið streymin aftur løtu seinni, fór streymurin í Hovi, Øravík og Fámjin. Har fingu tey streymin aftur klokkan 10.30
Dagførd kl. 10.42
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald