Bæði áhoyrarar og dómsnevnd vóru samd um, at føroyska Dania O. Tausen og orkestur hennara skuldu vinna fyrstu virðisløn á listafestivalinum Suns Europe, sum júst hevur verið í italska býnum Udine.
Suns Europe er ein listafestivalur fyri smá máløkir, sum Informazione Friulana skipar fyri. Friuli er landsluturin í Italia, sum liggur heilt eystur móti markinum til Slovenia og har Udine er høvuðsbýur og ein annar kendur býur er Trieste, sum liggur htild yvir móti Slovenia.
Listafestivalurin hevur verið hildin gjøgnum summarmánaðirnar, og endabrakið var ein konsert í Teatro Nuovo Giovanni da Udine leygarkvøldið, tá Dania og bólkur hennara upptraðkaðu.
Grundgevingin fyri at lata ungu føroysku sangarinnuni og yrkjaranum fyrstu virðisløn ljóðaði nakað soleiðis.
“Fyri vøkru rødd hennara og mátan, ið hon tulkar sítt heimland. Fyri at megna at miðla gandakendu Føroyar. Eisini fyri høgt støðu hjá tónleikarunum, ið góvu hennara framførslu virði og styrki”.
Suns merkir “ljóð” á friulianskum. Festivalurin byrjaði sum ein tónleikakapping fyri minnilutamál í Alpunum og Suðurevropa, men er nú vaksin til at vera galdandi fyri smámál í øllum Evropa. Fyrsti Suns festivalurin varð hildin í 2009.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald