Undir yvirskriftini “Kvinnur og skaldskapur” fara vit at hoyra Sólrúna Michelsen hugleiða um skaldskap og sálmayrking, og hon lesur egnar yrkingar á degnum.
Jónley á Løgmansbø, sum hevur givið út 2 yrkingasøvn, kemur at lesa upp úr sínum yrkingum, og yrkingar úr savninum “Sorgarvón”, sum Anna Elisabeth Hansdóttir í Kálvalíð gav út í november 2019, verða lisnar upp.
Vágakvinnur sýna fram Ikonir, ið tær hava skrivað/málað, og Jórunn Gudmundsen framførir egin løg.
Alt hetta, saman við einum góðum drekkamunni, er á skránni í Miðvágs skúla á Altjóða kvinnudegnum sunnudagin klokkan 15.
Hjartaliga vælkomin til eina løtu vil list, upplestri, tónleiki, práti og hugnaligari samveru.
Kvinnubólkurin í Vágum
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald