2023-08-16 12:28
Fríggjakvøldið 18. august klokkan 19.30 bjóðar Sørvágs kirkja til altjóða sangkvøld.
– Øll eru hjartaliga vælkomin at syngja við. Vit fara at syngja sálmar úr sálmabókini, enskar sangir og sálmar, skrivar kirkjan í tíðindaskrivi.
– Urguleikari er Lennard Johnsson, og Sørvágs Tónleikarafelag kemur við vøkrum hornblástri at seta serligan dám á løtuna.
Eisini hevur prestur eina stutta andakt, og aftaná er ein drekkamuður í kirkjuhúsinum, verður sagt.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald