Innanlands

Altjóða vika teirra deyvu

Hesa vikuna viðurkenna fólk, um allan heimin, at deyv hava egið samfelag, serstaka mentan, og sítt egna mál, sum er felagsnevnarin í øllum, nevnliga teknmál

Óluva Mohr, teknmálstulkur (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Óluva Mohr, teknmálstulkur (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2021-09-22 15:46 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

20. - 26. September er altjóða vika teirra deyvu. Hesa vikuna viðurkenna fólk, um allan heimin, at deyv hava egið samfelag, serstaka mentan, og sítt egna mál, sum er felagsnevnarin í øllum, nevnliga teknmál.

Ásins evni fyri altjóða viku teirra deyvu er „Fejring af blomstrende døve fællesskaber“. Hyggja vit aftur í tíð, síggja vit at fleiri og fleiri tiltøk og feløg eru sett á stovn, sum hava verið við at styrkt og betra um umstøðurnar hjá teimum deyvu. Nú er tíðin at fagna øllum teimum, sum hava tikið lut og takka fyri treystleika í nærumhvørvinum og á altjóða pallinum.

Altjóða vika teirra deyvu, hevur stóran týdning, har vit viðurkenna deyv, teirra samfelag og yrkisfeløg.

Á heimasíðuni wfdeaf.org eru fleiri talgilt „webinar“ hesa vikuna, har ein kann taka lut.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder