Innanlands

Amanda Vang nýggjur deildarleiðari á Biotøkni

Amanda er PhD í Biomedical Science og hevur drúgvar granskingarroyndir, umframt royndir inn verkætlanararbeiði

(Mynd: Fiskaaling)

(Mynd: Fiskaaling)

2020-03-11 17:39 Author image
Agnar Prestá
placeholder

 P/F Fiskaaling boðar frá, at Amandu Gratton Vang er sett í starv sum deildarleiðari á Biotøkni. Hon er PhD í Biomedical Science, og hevur drúgvar granskingarroyndir, umframt royndir at fyrireika verkætlanir og at virka sum verkætlanarleiðari.

Amanda hevur skrivað nógvar vísindaligar greinar, sum eru givnar út á viðurkendum tíðarritum, og hon er royndur vegleiðari fyri Bachelor og Master-studentum.

Amanda skal vera partur av leiðslubólkinum á Fiskaaling, hvørs uppgáva m.a. er at skipa karmarnar fyri framtíðar granskingararbeiðið, tryggja tvørdeildarliga samstarvið á Fiskaaling og at menna starvsfólkahópin á ymiskan hátt. Endamálið hjá Fiskaaing er at uppbyggja vitan á altjóða støði til varandi aling.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder