Innanlands

Ambassadørar hjá Visit Faroe Islands savnaðir við Tjarnir

Jákup Sørensen, fyriskipari av Tórshavnar Bridgdefestivali, varð heiðraður sum ársins ambassadørur og Sóley H. Hammer og toymið handan Tonik vórðu heiðraði fyri stóru nýskapandi ráðstevnuna, og eitt serligt heiðursbræv varð latið Búnaðarstovuni, Dortheu Joensen og Trónda G. Leivsson fyri Ullarráðstevnuna, sum var í Føroyum í fjør

2025-02-28 14:20 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Visit Faroe Islands: Stórur dagur var við Tjarnir í gjár, tá ambassadørarnir hjá Visit Faroe Islands vóru savnaðir í nýggju stórhøllini.

Har vórðu ársins ambassadørur, ársins ambassadørátak og ein serligur heiður innan vinnuferðavinnu kosin. Jákup Sørensen, fyriskipari av Tórshavnar Bridgdefestivali, varð heiðraður sum ársins ambassadørur og Sóley H. Hammer og toymið handan Tonik vórðu heiðraði fyri stóru nýskapandi ráðstevnuna. Eisini varð eitt serligt heiðursbræv latið Búnaðarstovuni, Dortheu Joensen og Trónda G. Leivsson fyri Ullarráðstevnuna, sum var í Føroyum í fjør.

Ambassadørnetverkið, sum varð stovnað 18. mars 2016, nærkast 200 limum, har um helmingurin vóru hjástødd við Tjarnir í gjár. Tey sita øll í altjóða nevndum og feløgum, sum hava møguleika fyri at fáa fundir og ráðstevnur til Føroya.

Dagurin byrjaði við eini røðu frá Elsu Berg, borgarstjóra í Tórshavnar kommunu, og seinni legði Carina Heinesen á Rógvi, vinnuráðgevi í Tórshavnar kommunu, fram um stuðulsskipanir hjá kommununi. Millum annað var sagt, at kommunan hevur sett sær fyri, at Havnin skal vera besti vinnuferðabýur í Evropa.

Gjøgnum dagin vóru átta sera áhugaverdar framløgur frá tiltøkum, sum hava verið í fjør ella verða í ár:

  • Learn2Swim, Rókur í Jákupsstovu
  • Norðurlendsk Skótaráðstevna, Símun Michael Sørensen og Steinar Patursson
  • Tonik, Sóley H. Hammer
  • EM Endaspæl fyri U17 kvinnur 2025, Maria Ziskasen
  • Ullarráðstevnan, Dorthea Joensen
  • ISCM – World New Music Days, Kristian Blak og Sunleif Rasmussen
  • Vatnráðstevnan, Óluva F. Eidesgaard
  • Seagriculture, Katrin Gregersen

Dagurin hevði heitið ‘Ein ferð runt Tjarnir’ og á degnum ferðaðust ambassardørarnir runt stórhøllina til fundarvirksemi og netverkan.

Í dómsnevndini at kjósa heiðrarnar vóru Jóan Petur Hentze, kommunustjóri í Tórshavnar Kommunu, Árni Olsen, marknaðarstjóri í Atlantic Airways og Guðrið Højgaard, stjóri í Visit Faroe Islands. Her eru grundgevingarnar frá Dómsnevndini:

Ársins Ambassadør: Jákup Sørensen
Jákup Sørensen stendur ofta fyri ársins fyrsta, stóra tiltakið. Aftur og aftur hevur hann sett síni fingramerki á veturin, tá Tórshavn Bridge er á skránni. Ótroyttiliga fær hann tað at bera til, og góðtekur ongantíð eitt nei. Gerst brekkan ov brøtt, so setur hann enn meiri ferð á. Eisini hevur hann skipað fyri íslendskari bridgekapping og í næstum er ætlanin at fara í holt við størri kappingar. Afturat hesum skipar hann eisini fyri eini mongd av fundum gjøgnum sítt starv á Nora.

Í sínum leikluti sum Ambassadør, so tekur hann ein virknan lut í arbeiðnum at gera Føroyar til eitt enn betri vinnuferðavinnumál. Javnan kemur hann við bæði rísi og rósi, sum ein rættur ambassadørur til gagns fyri okkum øll.

[object Object]


Ársins Átak: Tonik, Sóley H. Hammer
Tonik hevur hækkað munandi um støðið fyri, hvat ber til fyri tiltøk í Føroyum. Fyrst og fremst fyri KT og samskiftisvinnuna, sum í stóran mun hevur trongt til hetta slóðbrótandi lyft. Men eisini fyri vinnuferðavinnuna, har eyguni eru latin upp fyri festivallíknandi ráðstevnum. Kongshøll og Silo sum fundarstaðir eru framúr karmar fyri Tonik, men vit kunnu staðfesta, at hesir karmar verða lyftir av skapandi hugflognum hjá toyminum handan Tonik. At blanda list og KT á henda hátt, hava vit ikki sæð áður, og hevur hetta virkað framúr væl.

Tiltakið livir í allar mátar upp til at vera eitt ’Unordinary Meeting’, har netverk og vitanardeiling eru lyklaorðini. Tiltakið hevur longu eftir tveimum árum vakt stóran altjóða ans og dregur fólk til Føroya í stórum tali.

[object Object]


Serligi heiðurin: Ullarráðstevnan, Búnaðarstovan, Dorthea Joensen og Tróndur G. Leivsson
Fremsta málið at fyriskipa altjóða ráðstevnur í Føroyum er - umframt at draga ferðafólk til Føroya – at gestir og tiltøk leggja varðar eftir seg í føroyska samfelagnum, okkum øllum at frama. Júst hetta gjørdi Ullarráðstevnan, sum varpaði ljós á okkara virðismikla tilfeingi - ullina.

Ullarráðstevnan skaraði framúr tí bæði børn og vaksin fingu stóra gleði av almennu tiltøkunum í m.a. Reinsarínum, sum vóru sera væl lýst frammanundan.

Tit á Búnaðarstovuni dugdu á ein framúr góðan hátt at gagnnýta útlendsku serfrøðingarnar, ið vóru komin heim til okkara oyggjar. Samstundis gjørdu tit vart við og mentu vitan okkara við tiltakinum: Ullardagur 2024, sum gjørdist eitt stórt hitt. Her fingu børn og ung møguleika fyri at læra at tøva, virka bond og spinna, sum er týdningarmikið at børn og ung fáa møguleika fyri at læra og at seta við.

Ráðstevnan var eisini hildin í Føroyum í 2015, og eitt beinleiðis úrslit frá hesi ráðstevnu var núverandi Ullarmóttøkan.

[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder