Mikudagin 14. august kemur amerikanski herflotaráðharrin, Carlos Del Toro, á vitjan í Føroyum. Landsstýrismaðurin í uttanríkis- og vinnumálum, Høgni Hoydal, er vertur fyri vitjanini.
Mikudagin hava landsstýrismaðurin og herflotaráðharrin fund, har teir m.a. fara at umrøða trygdarstøðuna í Norðurhøvum, umframt samstarv og viðurskifti landanna millum.
Á vitjanini skal herflotaráðharrin eisini hitta Løgtingsins Uttanlandsnevnd og vitja hjá Vørn, MEST, Arktis Kommando og Atlantic Airways.
Í sambandi við fundin verður tíðindafundur í Salinum í Tinganesi mikudagin 14. august kl. 18.30.
Uttanríkis- og vinnumálaráðið
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald