Fyrsta kunningin var, talan var um ein ein motorfeil ið gjørdi, at Boeing-flogfarið hjá Ukraine International Airlines datt niður stutt eftir fráferð úr Theran. Hetta váttaði sendistovan í Ukraina fyrrapartin í gjár, og miðlar í Iran vóru eisini skjótir at skriva hetta.
Les eisini: 176 fólk latið lív í flogvanlukku í Iran
Tað gingu tó nakrir tímar, so trektu ukrainskir mynduleikar útsøgnina aftur og søgdu, at bíðast skuldi eftir nærri kanningum. Bàðir teir svøru kassarnir vórðu funnir í vrakinum, og 43 kanningarfólk frá Ukreina eru farin til Iran at kanna vrakið. Trupulleikin er tó, at serkøn fólk frá Boeing ikki sleppa framat, tí talan er um amerikanskt felag, og Iran og USA eru í stríðið.
Flogfarið stóð í ljósum loga longu á veg niður og útfrá frágreiðing og videoupptøkum av hesum er undran vakt. Nógvar gitingar vóru longu frammi í gjár, um flogfarið var rakt av rakettum, sum iranar skutu við kós móti hernaðarstøðum í Irak fyri at hevna amerikanska drápið á iranska hernaðarleiðara, Soleimani. Forsetin í Ukraina mælti í morgun frá at illgita um støðuna,
Les eisini: Hernaðarstøð í Irak fyri missilálopi
Nú hava fleiri miðlar í USA ført fram, at talan var um eina iranska rakett, ið rakti eitt skeivt mál; talan var um eitt mistak, ið kostaði 176 fólkum lívið. CNN skrivar, at hetta ástøði er grundað á greiningar av satilittum, radarum og elektroniskum data. Søgan hevur vakt stóran ans kring heimin. Sambært evropeiskum trygdarfólki eru tíðindini ikki ósannlík, meðan iranskir mynduleikar seta spurnartekin við tað. Úr flogstýrinum í landinum verður sagt við CNN, at um ein rakett ella missil hevði rakt flogfarið, so hevði talan verið um frítt fall, men hetta hendi ikki.
Forsetin Donald Trump segði fyrr í dag, at tað var ein illgrunaverd støða, og at onkur helst hevur gjørt eitt mistak. Ein talsmaður hjá Boris Johnson hevur sambært Sky News sagt, at bretska stjórnin er við at kanna hesar støðina. Nakrir bretar doyðu í flogvanlukkuni í gjáramorgunin.
Tíðindini í dag hava higartil havt jaliga ávirkan á partabrøvini hjá Boeing, ið eru farin upp 2 prosent, síðani søgan kom út í miðlum í USA.
Uttanlands
Amerikanskir miðlar: Iran skeyt flogfarið niður
Sambært teimum hendi hetta av óvart, men tað er meira og meira ið týðir uppá, at talan var um eina iranska rakett
Bjargingarfólk á staðnum har flogfarið datt niður - fáar minuttir eftir fráferð tíðliga í gjáramorgunin (Mynd: EPA)
2020-01-09 18:21
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald