Uttanlands

Hernaðarstøðir hjá USA í Irak fyri missilálopi

Nógvir amerikanskir, og eisini danskir, hermenn eru á flogstøðini í Ain Al-Asad. Tað er Iran, ið stendur fyri álopinum, ið landið kallar "eitt passaligt aftursvar" Ógreitt er, um nakar hevur latið lív orsaka av álopunum

(Mohammed Javad Zarif, iranskur uttanríkisráðharri, sigur um støðuna, at talan er um sjálvsverju, og at Iran ikki ynskir eitt kríggj - Mynd: EPA)

(Mohammed Javad Zarif, iranskur uttanríkisráðharri, sigur um støðuna, at talan er um sjálvsverju, og at Iran ikki ynskir eitt kríggj - Mynd: EPA)

2020-01-08 09:24 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tvístøðan millum USA og Iran hevur seinastu dagarnar verið á kókipunktinum orsaka av drápinum á iranska generalin Qassem Soleimani; eitt dráp ið amerikanskar herdeildir stóðu fyri. 

Les eisini: - Okkara aftursvar verður knúsandi og kraftmikið

Iranskir mynduleikar og politikkarar hava sagt, at hetta verður lønt aftur, at landið hevur nøkur álopsmál, og í nátt okkara tíð kom íhvussu er fyrsta aftursvarið. Flogstøðin Ain Al-Asad í vestara parti av Irak varð rakt av missilum. Tað var iranska kollveltingargardan, ið stóð fyri álopinum. Talan er um eina støð hjá amerikanska herinum. Danskir hermenn eru millum aðrar eisini til staðar har. Pentagon upplýsir, at hernaðarstøðin Arbil í Irak eisini er rakt av missilum. Talan er um minst 12 missilir tilsamans.

Júst missilir er nakað, ið Iran hevur upprusta seianstu tíðina. Kollveltingargardan hevur í iranskum sjónvarpi ávara um, at hetta kann bert verða fyrsta stigið, um USA heldur fram við sínum álopum. Líknandi boðskap hevði hægsti iranski leiðarin, Ayatollah Ali Khamenei í sjónbandi, sum iranska tíðindastovuni Fars hevur lagt út. Hann slær fast, at um Iran verður rakt, so rakar tað mótpartin aftur. Iranski uttanríkisráðharrin, Mohammad Javad Zarif, skrivar á Twitter, at í hesum førum var talan um sjálvsverju í samsvar við lógirnar í ST-sáttmálanum, og at Iran ikki ynskir kríggj, men bert møguleikan at verja seg.

Les eisini: Iranski uttanríkisráðharrin sleppur ikki til USA

Donald Trump hevur eisini viðmerkt hendingina á Twitter. Amerikanski forsetin skrivar,  at "alt er gott", og at meting verðr tikin av støðuni. Trump vil verða við, at USA hevur nógv tann best útgjørda herin í heiminum, og at hann fer at geva eitt úttalilsi í dag. 

Í løtuni tykist tað ikki sum um, at nakar hevur latið lív orsaka av teimum báðum álopunum í Irak. 


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder