Serliga amerikanska sendifólkið til Grønlands, Jeff Landry lendir í dag í grønlendska høvuðsstaðnum Nuuk, skrivar grønlendski miðilin Sermitsiaq.
Landry vitjar í Grønlandi komandi dagarnar, og skal hann m.a. luttaka á vinnulívsstevnuni Future Greenland týsdagin.
Mánadagin kemur amerikanski sendimaðurin í Danmark, Ken Howery til Grønlands. Saman við Landry skal Howery hitta grønlendingar fyri styrkja persónligu sambondini og viðurskiftini millum USA og Grønland, verður upplýst.
Eisini skulu Howevery og Landry lata upp nýggja amerikanska konsulátið í Nuuk.
Grønlendski landsstýrisformaðurin, Jens-Frederik Nielsen sigur, at tað er ógreitt, um hann skal hitta Landry. Men skulu teir hittast, skal Landry gera dagsskrá sína púra greitt, sigur hann.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald