
Smittutrýstið í okkara grannalondum er stórt í løtuni, og øll smitta, sum er staðfest í Føroyum í seinastuni er komin til Føroya uttanlands frá.
Tórshavnar kommuna heitir í hesum sambandi enn einaferð á borgarar um at minnast til at brúka masku, tá tey brúka Bussleiðina.
– Tað er eyðsýnt, at fólk kunnu koma til Føroya, verða testað negativ, men eru positiv, tá tey verða testað á sætta degi. Ein tílíkur persónur kann hava brúkt Bussleiðina hvønn dag fram til og við sætta dag - og hava smittað onnur, um ikki øll fyrilit eru tikin.
Eisini ger kommunan vart við, at bussførarar hava heimild at nokta teimum atgongd, sum ikki brúka masku.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald