Listin við prógvum fyri, at Russland hevur brúkt ólóglig vápn móti ukrainskum sivilfólki í Ukraina bara veksur. Tað sigur mannarættindafelagsskapurin Amnesty International í tíðindaskrivi.
M.a. hevur Russland brúkt minur, sum eru gjørdar til at raka fólk, í sivilum økjum í og kring býin Kharkiv.
– Íbúgvar Í Kharkiv hava verið útsettir fyri miskunnarleys og tilvildarlig álop seinastu mánaðirnar. Fólk eru vorðin dripin í heimi teirra og á gøtunum, á spæliplassum og kirkjugørðum, í bíðirøð fyri at fáa neyðhjálp ella tá tey hava verið til handils eftir mati og heilivági, verður sagt í tíðindaskrivi frá Amnesty.
Kharkiv, ið liggur í landnyrðingspartinum av Ukraina, er næststørsti býur í landinum. Kharkiv hevur fleiri ferðir verið undir álopi, og byrjaði hetta longu síðst í februar mánað.
Sambært Ritzau hava lokalu heilsumyndugleikarnir upplýst fyri Amnesty, at 606 sivilfólk hava latið lív í russiskum álopum í Kharkiv, og 1.248 eru vorðin særd.
Amnesty hevur kannað 41 álop, og hevur felagsskapurin í hesum sambandi gjørt samrøður við 160 offur í apríl og mai. Talan er um offur, vitni og læknar, sum hava hjálpt teimum særdu.
Russland hevur fyrr víst aftur, at tey hava rakt sivilfólk í sambandi við tað, sum russiska stjórnin rópar "ein serliga hernaðarlig atgerð".
Fyri tveimum mánaðum síðani ferðaðust myndir runt í altjóða miðlum av líkum, sum lógu á gøtuni í ukrainska býnum Butja. Her sigur Amnesty seg eisini hava funnið prógv fyri, at Russland hevur framt krígsbrotsverk.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald