Í minsta lagi 2.707 fólk vórðu avrættað í 2025, staðfestir Amnesty International í árligu frágreiðing síni um deyðarevsing.
Hetta er hægsta talið á avrættingum, sum mannarættindafelagsskapurin hevur skrásett síðan 1981. Í 2024 var talið 1.518.
Avrættingar vórðu framdar í 17 londum.
Tað er serliga Iran, sum er orsøkin til hækkingina. Sambært Amnesty er talið á avrættingum í Iran tvífaldað í 2025 í mun til 2024. Í fjør avrættaðu iranar í minsta lagi 2.159 fólk.
Talið er eisini farið upp í Saudiarabia, Kuveit, Egyptalandi, Singapor og USA.
Amnesty leggur afturat, at uppgerðin fyri 2025 ikki fevnir um tær túsundatals avrættingarnar, sum felagsskapurin heldur verða framdar í m.a. Kina orsakað av vantandi upplýsingum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald