Tað eydnaðist seinnapartin í gjár at fáa ferjuna Amorella hjá Viking Line av Julgrund í Álandi har hon rendi á land sunnudagin á ferð úr Åbo í Finnlandi til Mariehamn í Álandi. Enn er ógreitt, hví stóra ferjan rendi á land.
Í gjár eydnaðist tað so at fáa skipið av grynnuni. Í fyrstu atløgu varð ferjan sleipað til nærliggjandi havnina í Langnäs í Álandi, har teir 40 persónbilarnir og 41 lastbilararnir og viðfestivognarnir vórðu koyrdir í land. Viðførið hjá teimum gott 200 ferðafólkunum var flutt í land frammanundan.
Botnurin er kannaður av kavarum, og onkrar bráðfeingis umvælingar eru gjørdar. Í morgun varð so farið undar at sleipa Amorella til Nådendal, nakað uttan fyri Åbo í Finnlandi, har hon skal til umvælingar á skipasmiðjuni har, skrivar yle.fi.
Viking Line roknar við, at umvælingararbeiðið fer at taka í minsta lagið tvær vikur.
Les eisini: Ætla at fáa Amorella av aftur í morgin
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald