Mentan

Anastacia er komin til landið

Hon fer leygarkvøldið at hava konsert í Høllini á Hálsi, og gleðir seg at framføra síni mongu hits

2022-11-17 20:33 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Leygarkvøldið verður konsert við altjóða formatið í Høllini á Hálsi, tá heimsstjørnan Anastacia trínur á pallin. Gávaða songkvinnan við serstøku røddini er longu komin til Føroya og gleðir seg at framføra fyri okkum føroyingum.

Amerikanska heimsstjørnan legði av álvara altjóða tónleika pallin fyri sínar føtur í 2000 við risa hittinum “I´m Outta Love”. Næstu árini gav hon út hitt aftaná hitt, og framførdi hon millum annað almenna lagið til HM í fótbólti í 2002. Av øðrum risahittum úr skjáttuni kunnu nevnast “Sick And Tired”, “Paid My Dues”, “One Day In Your Life” og “Why Did You Lie To Me”.

Í 2004 gav hon út útgávuna “Anastacia” og fyrsta staklagið á útgávuni var “Left Outside Alone” sum fór sum meldur kring allan heim, og rakk hægstu tindar á flest øllum hittlistum. Millum annað lá lagið á fremsta plássi í Evropiska Billboard í samfullar 15 vikur.

Fyrr í dag kom hon so til landið, og hon gleðir seg at framføra síni mongu hits fyri okkum føroyingum leygarkvøldið. Umframt Anastaciu so fara eisini All That Rain, DJ Kjærbo, Signar og John at framføra. Kvøldið verður skipað so, at dyrnar lata upp kl. 20.30 og kl. 21.30 kemur Anastacia á pallin. Aftaná konsertina verður dansur í høllini við barr og góðum tónleiki til langt út á náttina.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder