Konsertin er í tveimum pørtum. Fyrra helvtin er tónleikur, sum skrivaður til solo violin, meðan seinna helvtin er tónleikur fyri violin og klaver.
Á skránni eru fleiri meistaraverk sum Bach Chaconne og Brahms 3. sonata fyri violin og klaver, samt eitt nýskrivað føroyskt verk, sum varð skrivað til norsku drotningina Sonju, tá hon vitjaði Føroyar í summar. Jóhannes Andreasen spælir klaver í Brahms sonatuni.
Skráin
Niccolò Paganini, Caprice nr. 4 op 1
Andrias Blaasvær, verk fyri solo violin
Johann Sebastian Bach, Allemande og Chaconne, BWV 1004
Johannes Brahms, Sonata nr. 3 fyri violin og klaver op. 108
Stutt um Andrias
Andrias Blaasvær er ein 25 ára gamal violinistur. Andrias byrjaði at spæla violin sum 12 ára gamal hjá Nikolaos Kapnas og bleiv liðugur á Musikkskúla Miðnámi í 2018. Sama ár byrjaði hann á tí Kongaliga danska musikkonservatorinum hjá Elisabeth Zeuthen. Nú gongur hann á øðrum ári av kandidatinum hjá Alexander Zapolski og arbeiðir sum undirvísari, komponistur, orkesturtónleikari og solistur við síðuna av lesnaðanum.
Hann hevur spælt við í m.a. Danmarks Radio, Kongaliga Kapellinum, Copenhagen Phil, Underholdningsorkestret og er fastur limur av det Danske Ungdomsensemble, Manus kvartett og Føroya Symfoniorkestri har hann eisini hevur verið solistur fleiri ferð.
Í 2023 vann Andrias tónleikakappingina Stella Polaris og er fyri tíðina í gongd við at skriva sína stóru sonatu fyri solo violin liðna, sum verður frumframførd í summar 2024.
Konsertfelagið stuðlar tiltakinum.
Tórsgøta
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald