Mentan

Andrias Blaasvær vann Stella Polaris 2023

Síðsti kappingardagur í Stella Polaris var í dag

Andrias Blaasvær, Helena Joensen og Dan Eyðun Karbech Saxov

Andrias Blaasvær, Helena Joensen og Dan Eyðun Karbech Saxov

2023-03-04 22:46 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Í dag var síðsti kappingardagur í Stella Polaris kappingini fyri ungar klassiskar tónleikarar, og hesuferð var tað í aldurbólkinum 19 til og við 24 ár. Kappingin var í Hátúni, sum er konsertsalurin í Tórshavnar Musikkskúla á Landavegnum.

Tað er musikkskúlanevnd Tórshavnar Býráðs ið skipar fyri kappingini.

Í alt hava 61 børn og ung úr øllum landinum tikið lut í kappingini. Hósdagin framførdu 23 luttakarar í yngsta bólkinum. Í gjár fríggjadagin framførdu 24 luttakarar í miðlingabólkinum og í dag hava fjúrtan tónleikarar kappast í elsta bólkinum.

Dómsnevndin í ár er sett saman av Elspu Samuelsen, Eyðuni á Lakjuni, Kristinu á Váli, Heiðruni Petersen og Andrasi Olsen, ið samstundis er formaður í nevndini.

Áðrenn Andras Olsen kunngjørdi úrslitið av kappingini í dag, segði hann, at støðið í dag var sera høgt og serstakliga javnt, eins og tað var í yngru bólkunum hósdagin og fríggjadagin. Hann segði eisini, at støðið á ungu tónleikarunum í Føroyum hevur verið fyri stórari menning síðstu árini, bæði tónleikaliga eins og tekniskt. Hetta er fyrst og fremst einari vælvirkandi musikkskúlaskipan og dugnaligum tónleikalærarum at takka. Hann vísti eisini á týdningin av, at ungu spírarnir hava møguleika at kappast og mennast í einari kapping sum Stella Polaris. 

Úrslitið á Stella Polaris kappingini 2023 fyri ungar klassiskar tónleikarar í aldursbólkinum 19 til og við 24 ár bleiv:

Fyrsta virðisløn fór til Andrias Blaasvær á violin

Onnur virðirløn fór til Helena Joensen á klaveri

Triðja virðisløn fór til Dan Eyðun Karbech Saxov á gittara

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder