Innanlands

Andstøðan ótolnast eftir at stig verða tikin

Løgmaður gevur Heilsumálaráðnum tíð til koma við frágreiðing um hví upplýsingar vórðu hildnir aftur fyri Løgtingsins Umboðsmanni, áðrenn hann tekur støðu til málið

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2023-12-12 11:25 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Aksel V. Johannesen, løgmaður, er undir hørðum trýsti frá andstøðuni á tingi, sum ótolnast eftir, at okkurt hendir eftir at Løgtingsins Umboðsmaður kom við eini óvanliga álvarsligari átalu móti Heisumálaráðnum fyri at hava hildið upplýsingum aftur.

Í dag vóru ófráboðaðir fyrispurningar á skránni á Løgtingið, og allir tríggir andstøðuflokkarnir nýttu høvið til at seta løgmanni spurningar um júst hetta málið.

Løgmaður greiddi frá, at hann so skjótt, sum hann fekk kunnleika til hetta málið, bað um at fáa eina frágreiðing frá Heilsumálaráðnum og Margit Stórá, landsstýriskvinnu við heilsumálum.

Tá hesi hava fingið høvi til at geva løgmanni eina frágreiðing, fer hann at taka støðu til hvat víðari skal henda, segði løgmaður.

Andstøðutinglimir øtast við, at tað verður bíðað so leingi, og óttast fyri, at endamálið er at draga málið út. Hví bíðar løgmaður til seinasta yrkadag undan jólum til at koma við svarinum? Hví fáa tey 15 dagar til at koma við svari upp á eina so álvarsliga átalu? spurdu andstøðulimir, meðan løgmaður stuðlaður av samgongutinglimum vístu á góðan fyrisitingarsið, og heittu á andstøðuna um at lata vera við at skunda á fyri at fáa persónar “krossfestar” í hesum máli.

Aksel V. Johannesen, løgmaður, vísti aftur, at talan er um at draga málið út. Hann lovaði tinginum, at “málið verður koyrt eftir bókini”. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder