- Sum ein. sum hevur arbeitt við 10. flokki í nógv Harrans ár, havi eg so ofta sæð hvussu stóran mun hetta árið ger: Í búning, í at koma í ein góðan sosialan samanhang og sum heild er nógv positivt í tí.
Hetta staðfesti Bárður á Lakjuni í samrøðu við FM1, stutt eftir at umskipaða Nýskipanarnevndin var komin við nýggjum tilmælum, umframt einum frá tí upprunaligu.
Sí eisini:
Nýskipanarnevndin: Fólkaskúlin, tunnilsfeløg og aðalráð
Landsstýrismaðurin í Mentamálum staðfestir, at hann virðir Nýskipanarnevndina, sum "hevur arbeitt seriøst", men at júst tað at taka 10. flokk í fólkaskúlunum burtur ikki liggur í kortunum.
Lærarin og landsstýrismaðurin vísir á, at væl yvir helmingurin av verandi árgangi hevur valt 10. flokk, og at kring landið ger man nógv fyri at gera hetta til eitt skapandi ár.
Ein annar vansi kann vera, at nógv velja eftirskúla í Danmark ístaðin - og vera verandi í Danmark, sigur Bárður á Lakjuni.
Hoyr alla samrøðuna við Bárð á Lakjuni, landsstýrismann í Mentamálum, í tíðindasensingini á FM1 her
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald