Uttanlands

Andy Burnham vil vera nýggjur Labour-formaður

Andy Burnham, fyrrverandi borgarstjóri og ráðharri, varð herfyri afturvaldur í bretska tjóðartingið

Andy Burnham avmyndaður á veg til London í dag (Mynd: Temilade Adelaja/Reuters/Ritzau Scanpix)

Andy Burnham avmyndaður á veg til London í dag (Mynd: Temilade Adelaja/Reuters/Ritzau Scanpix)

2026-06-22 12:10 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Ikki óvæntað boðaði bretski forsætisráðharrin, Keir Starmer fyrrapartin frá, at hann leggur frá sær, og Andy Burnham, tjóðartingslimur fyri Labour hevur longu boðað frá, at hann bjóðar seg fram at yvirtaka formanssessin í flokkinum.

Les eisini: Keir Starmer leggur frá sær

Andy Burnham, sum m.a. hevur verið borgarstjóri í Manchester-økinum og hevur havt fleiri ráðharrasessir boðar á sosiala miðlinum X frá, at hann stillar upp til formansvalið.

Samstundis takkar hann Starmer fyri arbeiði hansara, skrivar Ritzau.

Burnham, sum herfyri varð afturvaldur í bretska tjóðartingið fyri Josh Simmons, sum fór úr tjóðartinginum, verður mettur at hava stóra undirtøku millum tjóðartingslimir í Labour.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder