Andy Rourke, ið er kendur fyri at hava spælt bass í heimskenda bretska bólkinum The Smiths, er deyður.
Tað upplýsir Johnny Marr, fyrrverandi gittarspælari í bólkinum á Twitter.
Rourke andaðist eftir at hava strídst við krabbamein í longri tíð. Hann gjørdist 59 ára gamal.
Marr skrivar m.a. sambært Ritzau, at Rourke var "ein vinarlig og vøkur sál" og "ein sera evnaríkur tónleikari".
Bólkurin varð stovnaður í Manchester í 1982 við Morrissey sum sangara, Johnny Marr sum gittarspælara, Mike Joyce á trummum og Andy Rourke á bass. Bólkurin varð roknaður sum mest týðandi bretski indierockbólkurin í 1980unum.
The Smiths, sum eru kend fyri løg sum "Heaven Knowns I'm Miserable Now" og "This Charming Man", fóru hvør til sítt í 1987.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald