Mentan

Ann Hermansdóttir verður studentaprestur

Gevst sum sóknarprestur í Euðurstreymoyar eystara prestagjaldi eftir 15 ár í embætinum

(Savnsmynd: Ólavur Frederiksen)

(Savnsmynd: Ólavur Frederiksen)

2023-07-05 17:19 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Tað verður Ann Hermansdóttir, sóknarprestur í Suðurstreymoyar eystara prestagjaldi, sum fær nýggja starvið sum studentaprestur miðnámsskúlum og yrkisskúlum kring landið.

Stiftsstjórnin søkti í farna mánaði eftir presti at “virka millum teirra, sum eru undir útbúgving á miðnámi ella hægri støði í Føroyum”, og í dag boðar Ann Hermansdóttir frá á Facebook, at hon hevur fingið starvið, og harvið gevst sum sóknarprestur við Havnar og Nólsoyar kirkjum.

- Eftir 15 ár sum sóknarprestur í Suðurstreymoyar eystara prestagjaldi takki eg fyri meg og byrji pr. 1. august í einum dreymastarvi sum studentaprestur á Glasi, Kambsdali og í Suðuroy. Eri so takksom fyri tey fantastisku menniskju, sum eg eri komin í samband við sum prestur í Havn og Nólsoy. Og eg taki í eyðmjúkleika og takksemi við nýggja kallinum. Guð er hin sami - góður og trúfastur og eg gleði meg til at vísa teimum lesandi á Hansara stóra og óbroytandi kærleika, skrivar Ann Hermansdóttir í uppslagnum á Facebookvanga sínum.

Um uppgávurnar hjá nýsetta studentaprestinum stendur í starvslýsingini, at prestur í høvuðsheitum skal bjóða teimum samrøður um tilveruspurningar, veita sálarrøkt og skipa fyri bólkasamrøðum.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder