Runavíkar kommuna boðar frá, at tvey nýggj starvsfólk eru sett til Teknisku Deild. Talan er um tvær kvinnur, sum skulu hava ymiskar leiklutir.
Ann Fuglø er 55 ára gomul og er sett sum byggifrøðingur á Teknisku deild í kommununi.
Hon er útbúgvin byggifrøðingur frá Horsens tekniske skole. Ann hevur hevur yvir 20 ára royndir sum byggifrøðingur bæði í privatu vinnuni og seinast sum tekniskur leiðari í Eiðis kommunu.
Jenny Danielsen er 48 ára gomul og er sett sum samskipari á Teknisku deild.
Hon hevur útbúgving sum skrivstovufólk innan almenna fyrisiting. Harumframt hevur Jenny førleikament seg innan leiðslu og samskifti, upplýsir Runavíkar kommuna.
- Hon kemur úr einum starvi í barnaverndartænastuni við Skálafjørðin seinastu fimm árini, og er eisini eitt kent andlit í kommununi, har hon hevur starvast í 11 ár.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald