Innanlands

Samgongan á Vaglinum helt í undir tvey ár

Og tíðin var merkt av rumbli, serliga seinastu mánaðirnir. Nú royna Tjóðveldi og Borgaralistin at finna nýggjan samstarvsflokk ella nýggjar samstarvsflokkar til seinastu tvey árini av valskeiðnum.

Málið um gegni hjá Bergi Robert Dam Jensen varð tað síðsta sum varð viðgjørt hjá samgonguni - ella tað varð í royndu og veru ikki viðgjørt. Ov nógv rýmdu av fundinum áðrenn. Nú er slitnað (Mynd: Sverri Egholm)

Málið um gegni hjá Bergi Robert Dam Jensen varð tað síðsta sum varð viðgjørt hjá samgonguni - ella tað varð í royndu og veru ikki viðgjørt. Ov nógv rýmdu av fundinum áðrenn. Nú er slitnað (Mynd: Sverri Egholm)

2026-11-27 07:21 Author image
Agnar Prestá
placeholder

19. november endaði ein býráðsfundur í reinum ruðuleika. Runukast og illvilji millum flokkar og ávísar politikkarar hevur mekrt partar av valskeiðnum í Tórshavnar kommunu, og hetta var dropin.

--

Her sæst ein partur av ruðuleikanum í síðstu viku:

Sí eisini: Ruðuleiki á Vaglinum

Tað gekk ein vika. So boðaði Elsa Berg frá, at samstarvið við Javnaðarflokkin er endað.

Harvið eru Heðin Mortensen, Bergur Robert Dam Jensen og Kristianna Winther Poulsen úti. Samgongan í landsins størstu kommunu telur fimm fólk - Guttorm Skála (Borgaralistin), Elsa Berg, Heidi Lava Elgeirsdóttir, Annita á Fríðriksmørk og Anju Weyhe (Tjóðveldi) - men skal hava minst sjey fólk fyri at hava meiriluta.

- Einki er fastlagt enn, men vit hyggja eftir hvørjir møguleikar eru, segði Elsa Berg, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu, við Dag og viku hóskvøldið.

Les eisini: 
Elsa Berg: - Vit hyggja eftir øðrum samstarvsmøguleikum

Tørvur er á minst tveimum býráðslimum, og harvið er ikki nóg mikið við Annfinni Brekkstein og Sambandsflokkinum. Møguleiki er at víðka meirilutan við fleiri flokkum - sum skilst er allir møguleikar á borðinum: Fólkaflokkurin (tveir býráðslimir), Sambandsflokkurin (ein býráðslimur) og Kommunulistin (tveir býráðslimir).

Tað valdaði stór óvissa eftir valúrslitið, og nógvir ymiskir samgongumøguleikar vóru. Tað gingu undir tvey ár, áðrenn tað skrædnaði á Vaglinum, og nú skal ein nýggj loysn finnast skjótt fyri at fáa skipa samgonguna í landsins valdmiklasta býráði.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder