2023-08-04 15:37
Fyrsta konsertin á Summar Festivalinum í kvøld verður á Torginum kl. 19.
Tá fer Anna Lovisa Mýri at hava framførslu. Mong munnu kenna hana frá stóra hittinum "Tað kundi verið eg", har hon var ein av sangarunum.
Anna Lovisa er 18 ára gomul, og í kvøld hevur hon fyrstu framførsluna sum solistur á Summar Festivalinum.
Omanfyri ber til at síggja video-samrøðu við Onnu Lovisu.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald