Mentan

Annað umfar av "Sært tú meg?" grevur uppaftur djypri

Grov happing, kynsligur ágangur, etingarólag og rúsevnismisbrúk eru bara nøkur av evnunum, sum luttakararnir í "Sært tú meg?" seta orð á í hesum umfarinum

2023-11-15 17:24 Author image
Innsent
placeholder

Hóskvøldið byrjar annað umfar av heimildarrøðini "Sært tú meg?" í sjónvarpinum hjá Kringvarpi Føroya. Endamálið er at skapa eina hugburðsbroyting soleiðis, at Føroyar blíva eitt samfelag, har vit kunnu tosa opið og erligt um allar kenslur, bæði tær góðu og tær ringu, siga tær báðar Maria Winter Olsen (31) og Anna Joensen-Næs (20), sum hava leikstjórnað og lagt heimildarrøðina til rættis. 

"Sært tú meg?" setir fýra ungómar, sum ikki kennast frammanundan, saman at tosa um lívið, kenslur og dreymar.

Fyrsta umfar av "Sært tú meg?" varð sent í sjónvarpinum á vári 2022, og hóskvøldið verður fyrsti partur av øðrum umfari, sum telur fýra partar, í sjónvarpinum og á heimasíðu okkara. 

Nerta við tað djúpasta

Tá fyrsta sesongin var liðug, vóru tað fleiri, sum vendu sær til Mariu og Onnu við einum ynski um at síggja og hoyra meira um tey djúpu evnini. Evni, sum vit kanska alt ov sjáldan nerta við í almenna kjakinum. Tær báðar høvdu frammanundan eitt nýtt umfar í tonkunum, og tí var avgerðin at fara undir enn eitt umfar ikki torfør at taka. Hesa ferð við dreyminum um at grava enn djypri í tonkunum og kenslunum hjá teimum ungu. 

Ein ætlan, sum kann sigast at vera rokkin. Og tað merkist í hesum umfarinum av heimildarrøðini. Nøkur av teimum evnunum, sum tey ungu seta orð á, eru millum annað kynsligur ágangur, grov happing, etingarólag, rúsevnismisbrúk og sjálvmorðstankar. 

[object Object]
Maria Winther Olsen og Anna Joensen-Næs, sum hava framleitt sendingarnar

"Tað er í tøgnini, at tað er harðast at vera"

Endamálið, sambært leikstjórunum, er at gera upp við "tøgnmentanina" í Føroyum. Ein mentan, sum sambært leikstjórunum ger, at fólk ikki tora at seta orð á tankar og kenslur viðvíkjandi viðkvomum evnum orsakað av stúranum fyri, hvørjar sosialu avleiðingarnar munnu vera.

- Eg ímyndi mær, at vit kunnu koma nærri hvørjum øðrum gjøgnum samrøður, tí tað er í tøgnini, at tað er torførast at vera. Tú kanst siga, at eg vóni, at "Sært tú meg?" kann vera við til at menna eitt samfelag, har vit tora betur at blíva hoyrd og sædd, sigur Maria Winter Olsen. 

Longri samrøða við leikstjórarnar kann lesast her

Í sjónvarpinum næstu fýra hóskvøldini

Næstu fýra hóskvøldini eru vit flugur á vegginum, tá fremmandir ungdómar hittast í eini roynd at leggja meiningarnar hjá øðrum á hillina og tosa frítt frá hjartanum. Í fyrsta parti hitta vit fýra ung, ið kenna til eitt øðrvísi familjulív. Ung, ið ikki eru vaksin upp í einari siðbundnari kjarnufamilju. Vit hitta bæði ung foreldur, skilnaðarbørn, ættleidd ung og ung, ið eru vaksin upp í einum heimi við rúsdrekka.

Fyrsti partur av "Sært tú meg?" verður at síggja í sjónvarpinum hóskvøldið 16. november aftan á Dag og viku. Síðani verða partarnir vístir næstu trý hóskvøldini. Til ber at fylgja við, hvat ið hendir aftan fyri "Sært tú meg?" og fáa nýggjastu vitanina um luttakararnar og røðina á Instagram og Facebook 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder