Innanlands

Annan dagin á rað: Eingin smittaður seinasta samdøgrið

Framvegis eru 184 smittuburðir av koronavirus staðfestir í Føroyum. Annan dagin á rað er eingin nýggjur tilburður staðfestur

(Mynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto)

(Mynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto)

2020-04-09 08:01 Author image
Sverri Egholm
placeholder

 Tað eru framvegis í alt 184 føroyingar, ið tilsamans hava fingið staðfest koronasmittuna. Hetta byggir á í alt 5299 kanningarúrslit.

Sostatt er eingin persónur staðfestur smittaður seinasta samdøgrið. Hetta er annar dagur á rað, at eingin persónur er staðfestur smittaður.

Tað upplýsir Landslæknaembætið í morgun, nú seinastu kanningarúrslitini eru tøk.

Í løtuni eru 136 føroyingar staðfestir frískir, eftir at hava fingið staðfest koronasmittuna. Tað vil siga at talið av aktivum í løtuni er 48 føroyingar.

Eingin persónur er í løtuni innlagdur á Sjúkrahúsverki Føroya í sambandi við koronasmittuna.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder