Innanlands

Annar føroyingurin staðfestur frískur

Loystur úr sóttarhaldinum í morgun

2020-03-19 08:08 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Í morgun var næsti føroyingurin, ið varð staðfestur smittaður av nýggja coronavirusinum, staðfestur frískur aftur og loystur úr sóttarhaldinum.

Viðkomandi var júst afturkomin úr Norðuritalia, tá ið hon fekk sjúkutekin, ið mintu um beinkrím. Hon varð kannað og fekk staðfest COVID-19 tann 5. mars. Hon varð sett í sóttarhald á Hotel Vágum, og heilsustøðan hevur verið góð allatíðina.

10 fólk, sum hon hevði havt samband við, vóru eisini sett í sóttarhald. Eingin teirra hevur sjúkueyðkenni, og tey eru eisini loyst úr sóttarhaldinum.

Sostatt eru báðir føroyingarnir, ið fingu staðfest smittaðuna fyri góðum tveimum vikum síðan, staðfestir frískir aftur, skrivar Heilsumálaráðið.

Landsstýrið bjóðar til tíðindafund í dag klokkan 11. Við á fundinum verður landslæknin og umboð fyri heilsuverkið.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder