Innanlands

Annar hvør havt koronu

Korona fer skjótt ígjøgnum samfelagið, og nú eru tað 27.000 fólk sum hava havt covid-19

(Savnsmynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto)

(Savnsmynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto)

2022-02-11 08:10 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Við fleiri enn 1000 tilburðum onkrar dagar gongur ikki lang tíð áðrenn eitt stórt prosenttal av føroyingum hevur havt koronu.

Í tølunum í gjár fóru vit uppum 50 prosent av føroyingum, sum hava havt koronu síðani fyrsta tilburðin í mars 2020.

Millum mars 2020 og oktober 2021 vóru beint yvir 1000 tilburðir staðfestir tilsamans, men síðani er verulig ferð komin á.

Nú eru 27.000 koronutilburðir staðfestir í Føroyum. Sambært nýggjastu tølunum hjá Hagstovuni búgva 53.664 fólk í Føroyum, og 50,31 prosent av teimum hava sostatt havt koronu.

Í løtuni eru tað 4700 fólk sum hava koronu. Tað er næstan níggju prosent av føroyingum.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder