Innanlands

Anne Marie Norby fingið kongaliga Tænastumedalju

Hon kom sum 23-ára gomul til Føroya og skuldi bara vera eitt ár. Nú hevur Anne Marie starvast sum landmátari hjá Landsverki í 40 ár

Anne Marie hevur gjørt uppmátingarnar í grótbrotum, til vegaútbyggingar og tunlar. Anne Marie hevur eisini gjørt uppmátingar til havnarbyggin, undirsjóvartunlar og annað á sjónum (Mynd: Landsverk)

Anne Marie hevur gjørt uppmátingarnar í grótbrotum, til vegaútbyggingar og tunlar. Anne Marie hevur eisini gjørt uppmátingar til havnarbyggin, undirsjóvartunlar og annað á sjónum (Mynd: Landsverk)

2024-10-16 12:31 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í farnu viku fekk Anne Marie Norby kongaliga Tænastumedalju fyri at hava starvast sum landmátari hjá Landsverki í 40 ár.

Tað er ein serstøk søga knýtt at starvsleiðini hjá henni. Hon kom úr Danmark sum ung - og var núverandi støða óhugsandi tá.

- Anne Marie fór sum 23 ára gomul til Føroya ein túr, sum bara skuldi vera eitt ár - men hon kom ongantíð heimaftur til Danmarkar. Síðan hevur hon starvast sum landmátari hjá okkum - eitt arbeiði, sum hevur ført hana runt í hvønn krók í Føroyum, og eisini til Islands, Hetlands og Grønlands, skrivar Landsverk.

Anne Marie Norby er serfrøðingur í sjóuppmáting. Landsverk greiðir frá, at hon uppmátingarnar í grótbrotum, til vegaútbyggingar og tunlar. Anne Marie hevur eisini gjørt uppmátingar til havnarbyggin, undirsjóvartunlar og annað á sjónum

- Vit ynskja henni hjartaliga til lukku við stóra heiðrinum og takka henni fyri hennara týdningarmikla íkast til føroyska samfelagið, skrivar Landsverk.

[object Object][object Object]
Hátíðarløta (Myndir: Landsverk)
placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder