
Í morgun byrjaði avloysaraskipið Erla Kongsdóttir aftur í sigling á Nólsoyarleiðini. Skipið hevur annars ikki verið í sigling síðan 23. februar, eftir at fleiri rútar eru brotnaðir.
Annfinn Brekkstein, varaborgarstjóri í Tórshavnar kommunu, heldur, at ein betri loysn má finnast til Nólsoyarleiðina, tí Erla Kongsdóttir hevur prógvað, at hon ikki er egnað til at sigla á leiðini um veturin.
– Fólk eru stúrin og ørkymlaði, og tí má ein loysn finnast, sum nólsoyingar kenna seg foreintar við. Loysnin er eitt ordiligt avloysaraskip, sum kann røkja leiðina til lýtar. Eitt skip, sum altíð kann brúkast, og har pláss er fyri fólki, bilum og vanligum farmi, sigur varaborgarstjórin í lesarabrævi, sum er lagt út á heimasíðuna hjá Tórshavnar kommunu.
Nógvu avlýsingarnar við Erlu Kongsdóttir vísa greitt, at skipið ikki er álítandi á Nólsoyarleiðini, sigur Annfinn Brekkstein. Hann heldur reglusemi vera tað minsta kravið, sum mann eigur at kunna seta til hesa farleiðina.
Farleiðin er sjálv lívæðrin hjá nólsoyingum, og fyri bygdina er hetta ein øgiliga harður smeitur, sigur hann.
– Tað hevur verið tosað nógv um útoyggjamenning. Seinastu árini hevur tað gingið skjótt niður á bakka í øllum teimum smærru oyggjunum uttan tí einu – Nólsoy! Tað legst aftrat við fólki í oynni, og tað er ein sólskinssøga fyri eina oyggj uttan fast samband. Tað er eingin ivi um, at gott og støðugt samband er tað, sum veruliga munar. Nólsoyingar hava brúk fyri reglusemi, og teir hava brúk fyri at koma aftur og fram í einum skipi, sum ber seg væl í øllum veðri.
Tórshavnar kommuna vil hava hvønn einstakan av teimum 234 nólsoyingunum, sum búgva í oynni at trívast har, og ynskir kommunan, at allir borgarar hava somu atgongd til tænasturnar hjá kommununi, men tað hava teir ikki, so leingi Erla Kongsdóttir røkir leiðina um Nólsoyarfjørð, sigur Annfinn Brekkstein.
Varaborgarstjórin vísir eisini á, at hóast ein fyribils kanning er komin um skaðarnar á Erlu Kongsdóttir, er endaliga frágreiðingin ikki komin enn, og eru nólsoyingar tí stúrnir um at fara við skipinum, sum støðan er.
Les eisini: Fyribils frágreiðing um rútar á Erlu Kongsdóttir tøk
– Eg skilji væl, at skelkir standast av tilburðunum, sum hava verið. Og eg skilji eisini væl, at øll ikki eru álvulig við at fara umborð á Erlu Kongsdóttir eftir tað, sum longu er hent í tveimum førum.
– Nú mugu myndugleikarnir lurta eftir nólsoyingum og geva teimum tað, sum átti at verið ein sjálvfylgja í 2021: eitt skip til Nólsoyarleiðina sum megnar bæði aldu og harðan streym, sigur Annfinn Brekkstein at enda.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald