Annika Olsen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu hevði tvær beinleiðis áheitanir til landsins myndugleikar á tíðindafundinum, sum Tórshavnar kommuna skipaði fyri fyrrapartin fyri at greiða frá, hvussu virksemið í kommununi og kommunalir stovnar nú spakuliga verða latnir uppaftur
Tann mest konkreti snúði seg um ferðamannaskipini, ið hava ætlað sær at vitja í høvuðsstaðnum í summar.
52 skip høvdu boðað frá at tey vildu koma. Tey tvey fyrstu og nøkur afturat hava givið avboð, onnur tykjast framvegis ætla sær til Føroya.
- Eg havi eina áheitan á landsstýrið hesum viðvíkjandi, og tað er at melda greitt út og seta forboð móti at ferðamannaskip sleppa í havn í Føroyum í summar, segði Annika Olsen.
Hin áheitanin snúði seg eisini um nakað tað sama, nevniliga at forða fyri, at koronasmyttan sleppur at koma inn til landið við ferðandi.
- Mín áheitan til landsins myndugleikar, nú vit spakuliga lata føroyska samfelagið uppaftur, at eftirlitið til øll tey, sum koma til landið verður hert munandi. Alt annað er óforsvarligt, segði Annika Olsen.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald