Einki ansingargjald verður tikið í Klaksvíkar kommunu, Runavíkar kommunu og í Eysturkommunu, so leingi sum tiltøkini móti koronavirusinum eru galdandi.
Hetta hava hesar tríggjar kommunrnar boða frá.
Í dag hava tvær kommunur alment boða frá, at ansingargjaldið verður viðgjørt í nærmastu framtíð. Tað er Tvøroyrar kommuna og Tórshavnar kommuna.
Tvøroyrar kommuna skrivar á heimasíðu sínari, at leiðslan hevur valt at taka málið upp, nú flestu børnini ikki hava verið í kommunalari ansing í tvær vikur. Býráðsfundur verður síðst í hesari vikuni ella í komandi viku.
Annika Olsen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu, sigur í samrøðu við Kringvarpið, at málið um barnaansingargjald verður vigjørt á býráðsfundi, sum verður beint áðrenn ella beint eftir páskir.
Annika Olsen eftirlýsir, at Kommunufelagið og Landstýrið saman finna eina loysn uppá støðuna men ásannar, at tá hetta ikki er framt, noyðast kommunrnar hvør í sínum lagi at taka avgerð.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald