Lýggjari veðurlag á Antarktis hevur ført til, at heimsparturin við suðurpólin fær grønan kava.
Ein nýggj kanning frá enska Cambridge University vísir, at upphitingin hevur fingið grønar algur at spjaða seg á ísinum í so stóran mun, at hetta nú sæst uttan úr rúmdini.
Kunnleiki hevur leingi verið um alguna í Antarktis, men tað er ikki fyrr enn nú, at hetta verður prógvað.
Út frá myndum frá fylgisveininum Sentinel 2 hjá evropeiska rúmdarstovninum ESA og eygleiðingum á landi, hava granskarar nú gjørt eitt kort yvir, hvussu algurnar hava spjatt seg.
- Nú síggja vit hvussu algurnar blóma, og vit hava møguleika at síggja hvøn veg blómingin fer, sigur Matt Davey, ein av granskarunum í frágreiðingini.
Á Antarktis eru tað stórt sæð bara mosi og skón, ið geva fotosyntesu, men nýggju kanningarnar vísa nú 1.679 uppblómingar av algum, og hetta økir um fotosyntesuna og harvið upptøkuna av koltvísúrni frá atmosferuni.
Men algurnar á Antarktis eru ikki nóg mikið til at taka stóru mongdirnar, sum verða latnar út í lofthavið, vísir bretski granskarin á.
- Algurnar taka upp eina mongd av CO2, ið svarar til tað, sum 875.000 bensinbilar lata út um árið. Tað ljóðar nógv, men hevur ongan týdning, tá hugt verður eftir hvussu nógv kolevni annars verður latið út, sigur Matt Davey.
Umframt grønar eru eisini reyðar og appelsingular algur á Antarktis, siga granskararnir. Hesar síggjast tó ikki so væl úr rúmdini, og eru tí truplari at kortleggja.
9. februar í ár máldu brasilskir granskarar 20,75 hitastig á oynni Seymour Island norður úr Antarktisku Hálvoynni. Hetta var fyrsta ferðin, at hiti yvir 20 stig var staðfestur í tí annars so ísakalda heimspartinum.
Les eisini: Óvanligur hiti í Antarktis
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald