9. februar í ár vórðu 20,75 hitastig máld á oynni Seymour Island, sum liggur við spíssin á Antarktishálvoynni.
Methøgi hitin varð máldur vikuna eftir, at tað 6. februar vórðu máld 18,3 hitastig á argentinsku kanningarstøðini Esperanza, inni á sjálvari Antarktis-hálvoynni, skrivar nrk.no.
Sambært amerikanska rúmdarstovninum Nasa, var hitin henda dagin, 6. februar, hin sami á Antarktis-hálvoynni og í Los Angeles, 18,3 stig.
Antarktis-hálvoyggin er ein 1.300 kilometra long hálvoyggj, ið stingur út úr Antarktis fastlandinum.
Hitamátingin er enn ikki alment váttað av heimveðurstovninum, men hetta er fyrstu ferð, at tað eru máld yvir 20 hitastig í heimspartinum kring Suðurpól, skrivar NRK.
Nú hevur Nasa kunngjørt fylgisveinamyndir av Eagle Island – hærhendis Seamour Island – tiknar við níggju døgum ímillum.
Myndirnar vísa, at oyggin var næstan heilt fjald av kava og ísi 4. februar, men at hon 13. februar lá næstan ber henda seinasta dagin í hitabylgjuni.
Umleið 20 prosent av kavanum, sum fall síðsta vetur, hvarv meðan hitabylgjan var, verður upplýst.
- Eg havi ikki sæð so skjóta bræðing í Antarktis fyrr. Vit kunnu uppliva slíkt í Alaska og í Grønlandi, men ikki í Antarktis, sigur Mauri Pelto, sum er glasiologur á Nichols College í USA.
Hitabylgjan uppstóð orsaka av ymsum veðurfrøðiligum fyribrygdum. Ein hátrýstryggur lá yvir suðurendanum av Suðuramerika, Kap Horn, í byrjanini av mánaðinum og var orsøk til at veðrið gjørdist lýggjari.
Vanliga er Antarktishálvoyggin vard frá heitari luft av vindinum á sunnaru hálvkúluni. Í byrjanini av hesum mánaðinum var vindurin veikari enn vanligt, og tí kundi lýggja luftin ferðast longur suðureftir enn vanligt.
Slík long tíðarskeið við høgum hita hava ikki verið vanlig í Antarktis fyrr enn í hesi øldini, og eru vorðin meira vanlig hesi seinastu árini.
Hitabylgjan nú í februar var hin triðja hetta summarið á sunnaru hálvkúlu. Eisini í november í fjør og januar í ár var hitin óvanliga høgur.
Heimsveðurstovnurin WMO sigur, at Antarktishálvoyggin er eitt av plássunum í heiminum, ið eru mest ávirkað av veðurlagsbroytingum.
Seinastu hálvthundrað árini er miðalhitin á hálvoynni øktur við trimum stigum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald