Apotek letur upp í Vágum í vár

Eisini er ætlanin at fáa eitt apotek afturat í miðstaðarøkinum

(Mynd: Heilsumálaráðið)

(Mynd: Heilsumálaráðið)

2024-07-19 18:18 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Nýtt apotek letur upp í Vágum á várið 2025.

Fólkatalið í Vágum er vaksið seinastu árini, umframt at talið av ferðafólkum um Vága Floghavn alsamt veksur. Eitt nýtt apotek í Vágum fer væntandi eisini at gera, at trýstið gerst minni á apotekini í miðstaðarøkinum, og at bíðitíðin har tískil styttist.

Á apotekinum verður møguligt at fáa forskriftarheilivág, hondkeypsheilivág og apotekaravørur umframt aðrar vørur, sum apotekini selja. Apotekið í Vágum verður fimta apotekið í Apoteksverkinum. Hini apotekini eru Norðoya apotek, Eysturoyar apotek, Tjaldurs apotek og Suðuroyar apotek.

Í vár skipaðu Apoteksverkið og Landsverk fyri einum útboði, har lýst var eftir leigumáli til apotek í Vágoynni. Avtala er nú gjørd um eitt leigumál í Miðvági.

Arbeiðið at umvæla og innrætta bygningin til endamálið verður eftir ætlan liðugt 1. januar 2025.

Næsta stig í handilsætlanini hjá Apoteksverkinum er at fáa eitt apotek afturat í miðstaðarøkinum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder