
Í Danmark hava minst 33 persónar fingið staðfest sama slag av salmonella, og trý fólk hava latið lív, eftir at hava nýtt náttúruheilivág frá HUSK. Í tí sambandi hevur Statens Serum Institut ávarða, og vørur av tí slagnum eru afturkallaðar.
Les eisini: Afturkalla nú allar HUSK-vørur
HUSK-vørur verða eisini seldar í Føroyum, og Apoteksverkið hevur nú valt at binda um heilan fingur:
- Av tí, at illgruni er um, at Husk tilbúningarnir frá Orkla Care A/S kunnu vera dálkaðir við salmonella, er avgjørt, at allir Husk tilbúningar, eisini Husk við kálki, ið Framleiðsluapotekið í Føroyum framleiðir, verða afturkallaðir.
Hetta skrivar apotek.fo. Boðað verður samstundis frá, at viðskiftafólk hjá apotekunum kunnu lata Husk og Husk við kálki inn aftur á apotekini og fáa pengarnar aftur - eisini um ílatið er ásett.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald