Innanlands

Arbeiða fyri at styrkja føroyska málið

Føroyamál: Skulu arbeiða fyri at styrkja føroyska málið

2021-03-18 06:54 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Føroyamál er eitt nýstovnað felag, ið hevur til endamáls at vera eitt virkið felag, sum kann skipa fyri fakligum og námsfrøðiligum tiltøkum og fáa kjak í lag um lærugreinina føroyskt

Ætlanin er at byggja brýr og at samstarva í víðastu merking millum føroysktlærarar; at elva til samstarv millum tey ymisku økini í skúlaskipanini. Tí ynskja vit at skapa eitt rúm, har at limir felagsins sleppa til orðanna, og har vit saman kunnu deila vitan og kjakast um ymisk viðkomandi evni.

Endamálið er at byggja brýr og at samstarva í víðastu merking ímillum lærarar í føroyskum, og at eggja til samstarv ímillum tey ymisku økini í skúlaskipanini.

Umframt kjak og samstarv, so fer arbeiðið eisini at fevna um samstarv við móðurmálslærarafeløg í hinum Norðurlondunum gjøgnum “Nordspråk”.

Tað hevur stóran týdning at hava vitan um mál, mentan og tekstir hjá hvørjum øðrum, og um samskifti – at luta hesa vitan sínámillum.

Nordspråk hevur bæði summarskeið og heystskeið, sum lærarar í Føroyum stundum luttaka í. Og í 2021 verður summarskeiðið í Føroyum.

Felagið hevur stovnað eina fb-síðu, nevnd Føroyamál  og somuleiðis ein instagramvanga við sama heiti til skjótari samskifti. Í næstum fær felagið eisini eina heimasíðu.

Í nevndini í nýstovnaða felagnum eru Óluva Klettskarð, sum er forkvinna, Jastrid á Dalbø er næstforkvinna, Christina Jensen er skrivari, og nevndarlimur er Helena Kannuberg. Tiltakslimur er Katrin Næs.



placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder