Arbeiða gjøgnum punktini í kvøld

Fyrr í dag hava serfrøðingar verið inni og havt fakligar framløgur um ymisk evni. Í kvøld eru forfólkini í flokkunum saman og arbeiða ígjøgnum tilfarið, sum bólkarnir hava framleitt. Gongur tað væl, so byrjar tað at líkjast einum lidnum samgonguskjali

Tað verður kanska drúgt í kvøld, men ætlanin er at forfólkini gjøgnumganga alt tilfarið, áðrenn tey gevast í kvøld. (Mynd: Sverri Egholm)

Tað verður kanska drúgt í kvøld, men ætlanin er at forfólkini gjøgnumganga alt tilfarið, áðrenn tey gevast í kvøld. (Mynd: Sverri Egholm)

2022-12-15 18:22 Author image
Jógvan Jákupsson
placeholder

Fyrrapartin mikudagin sótu umboð fyri flokkarnar, trý úr hvørjum flokki, saman og samráddust um, hvørt mann skuldi skipa samgongu millum Javnaðarflokkin, Tjóðveldi og Framsókn. Seinrapartin vórðu heilar tingmanningar umframt varafólk á fundi og arbeiddu í bólkum. Bólkarnir skuldu gera uppskot til partar av einum samgonguskjali millum flokkarnar.

Í dag hava serfrøðingar verið inni og havt fakligar framløgur um ymisk evni. Sum skilst er tað ikki óvanligt, og tað verður gjørt í eini roynd at tryggja, at politiskar avtalur kunnu fremjast í verki. Samstundis hava ið hvussu so er onkrir av bólkunum gjørt seg lidnar við síni uppskot.

Og í kvøld sita so forfólkini saman við onkrum øðrum í flokkunum og gjøgnumganga arbeiðið, sum bólkarnir hava framleitt. Aksel V. Johannesen sigur við miðlarnar, at ætlanin er at gjøgnumganga alt tilfarið í kvøld, tó at hann ikki kann lova, at tað verður liðugt viðgjørt. Hann leggur afturat, at tað kann fara at vera drúgt í kvøld.

Málið hevur verið, at hann í morgin, fríggjadagin, kann siga meiri um, hvørt hesar samráðingarnar bera á mál, og tað fer at bera til at skipa landsstýrissamgongu.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder